top of page

Venjingarlega í danmark


Fyrst í apríl mána fara 6 føroyskir vektlyftarar frá Styrkifelagnum Stoyt í venjingarlegu í Danmark. Talan er um eina legu fyri bæði vandum og óvandum lyftarum. Venjingarlegan verður hildin í Sportcenter Atlas í Slagelse frá 5. apríl til 9 apríl. Við tveimum og trimum venjingum um dagin koma allir íðkarirnir uttan iva at fáa nógv burtur úr. Íðkarirnir vera deildar upp á tann hátt at tey vandu venja saman og tey óvandu venja saman. Til hvørja venjing vera tað venjarar at halda skil á og undirvísa. Venjingarnar fyri tey óvandu fer at snýa seg nógv um teknik, tá ið hetta er tað mest týdningarmikla at fáa uppá pláss. Tó koma tey eisini at royna seg við tí sum tey læra ígjørnum venjingarleguna og hava eisini møguleika at luttaka í eini kapping á síðsta degnum. Tey vandu koma eisini at venja nógv teknik, men serliga koma tey at blíva testaði í teimum ymisku lyftinum. Hendan venjingarlegan veðrur hildin hvørt ár, og eins tey undanfarnu árini so veður Frank Petersen høvuðsvenjari til leguna. Saman við Frank kemur Pól Hendrikur Andreasen at hjálpa til sum venjari har tað er neyðugt. Hvørki Frank ella Pól eru í iva um at venjingarlegan fer at gangnast øllum lyftarinum væl og koma tey heim aftur bæði betri og sterkari.































25 views0 comments

Comments


bottom of page